Ítróttur

Markus og Rasmus á U17- landsliðið

.

2024-08-28 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

07Vestur:

Markus Johansen og Rasmus Helgason eru úttiknir til U17-landsliðið, sum fer til Spania á venjingarlegu sum fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í oktober.

Hetta er ikki fyrstu ferð at teir báðir eru úttiknir, so hetta boðar frá góðari gongd. Eisini er vert at leggja til merkis, at 07 Vestur eigur málmenn á U17, U19 og U21 landsliðunum sum gevur ábending um gott arbeiði á málmansfrontinum. Tilukku, tit báðir!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder