Kappast hevur verði í OL skeet, og byrja bleiv leygardagin við innleiðandi umførunum í Vestmanna, og sunnudagin blivu seinastu innleiðandi umførini, umframt finalurnar avgreiddar á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag vísti styrki frá byrjan, og í innleiðandi umførunum, semifinalu og finalu varð hann fremstur alla tíðina. Í finaluni megnaði hann at verða 7 dúgvur frammanfyri nummar tvey, sum varð Jóannis Joensen úr sama felag. Bronsuna vann Tórur Fløtt eisini úr Sunda Byrsufelag.
Hesir tríggir skulu eisini umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í skeet, sum verður í Kroatia um ein stóran mánað ella so.
Bert Jóhann Fløtt úr Sunda Byrsufelag luttók í unglinga kappingini, sostatt vann hann unglinga kappingina uttan mótstøðu. Hetta er samstundis seinasta árið, at Jóhann er unglingur, næsta ár rykkir hann upp í vaksna bólkin.
Úrslit
1. Marius Fríðálvur Joensen
2. Jóannis Joensen
3. Tórur Fløtt
4. Jóhann Fløtt
5. Johnny á Túgvu
6. Benjamin Thomassen
7. Sámal Eyðstein Debes
8. Jógvan Egholm
9. Herleif hammer
10. Marjus Debes
11. Pól Jóhannus Smith Jensen
12. Ingolf Debes
13. Jógvan Højgaard
Unglingar
1. Jóhann Fløtt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald