2024-08-16 10:27
Í hondbólti hevur seinasti skansin – málverjin - ómetaliga stóran týdning. Tí er tað umráðandi, at skipa hondbóltsvenjing soleiðis, at eisini málverjin fær eitt bæði ítróttaliga og persónligt mennandi venjingartilboð.
Tessvegna hevur Neistin gjørt avtalu við málmansvenjaran Dejan Lacock um at venja bæði kvinnulið og mannslið Neistans, umframt at Dejan Lacock verður knýttur at ungdómsliðum Neistans sum málsmansvenjari.
Á myndini bjóðar formaður felagsins Fríði Magnussen Dejan vælkomnum í Neistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald