Ítróttur

Maibrit fyrsti føroyski vektlyftarin undir Merkinum

Merkið veittrar við norðurlendsku meistarastevnuna í olympiskari vektlyfting í Rovaniemi í Finnlandi. Høvið er serstakt, tí í gjár luttók fyri fyrstu ferð ein føroyingur, Maibrit Reynheim Petersen undir Merkinum í altjóða kapping í vektlyfting.

2022-10-09 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey, ið sóu stroymingina í gjár, hoyrdu frásøgumannin bjóða Maibrit vælkomnari við orðunum: “Maibrit skrivar í dag norðurlendska og føroyska vektlyftingssøgu”. Sipað varð til, at Føroyar við ársbyrjan fingu fullan limaskap í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni Nordic Weightlifting Federation, NWF.


Maibritt var væl fyri til kappingina og setti í 71 kilo vektflokkinum føroyskt met við 81 kilo í trekk og 181 kilo í tveykamp. Í stoyt megnaði hon 100 kilo. Maibrit er nú tann føroyska kvinnan, ið hevur knógvað flest kilo upp um høvd. Í mun til kropsvekt, tvs mált í sinclair-stigum, er tað Anna Kristina Niclasen.


Landsliðsvenjarin, Frank Petersen er errin: “Eg havi sæð fram til hetta vikuskiftið, síðani Føroyar blivu limir í NWF. Maibrit hevur vant hart og miðvíst fram ímóti NM. At megna øll seks lyftini og seta tvey føroysk met í fyrstu stóru altjóða kappingini er ómetaliga flott”, sigur Frank Petersen.


“Eg eri eisini sera glaður vegna føroysku styrkiítróttina og stoltur av at vera ein partur av hesi støðugu menningini. Nú skulu vit bara hava enn fleiri lyftarar við til NM og ikki minst um tvey ár, tá ið eru vertir fyri NM”, sigur venjarin at enda.


Komandi mánaða fer Merkið aftur at veitrra fyri føroyskari olympiskari vektlyfting. Hesaferð í Íslandi, tá ið Niels Áki Mørk fer at kappast í føroyska lyftibúnanum við norðurlendsku meistarastevnuna fyri ung.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder