2023-11-16 09:40

Magnus Holm Jacobsen, sum hevur leikt við 07 Vestur hetta kappingarárið, skiftir nú til barndómsfelagið HB.
Magnus leikti 22 dystir fyri 07 Vestur.
07 Vestur hevði sítt besta kappingarár nakrantíð í ár, men hvussu hópurin kemur at síggja út komandi kappingarár er ógreitt. 07 Vestur arbeiður í løtuni at fáa venjarin uppá pláss.
Tað er tó greitt, at Magnus Holm, Ari í H. Petersen og Uros Stojanov ikki halda fram í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald