Ítróttur

Magnus Holm Jacobsen komin heim aftur

.

2023-08-23 22:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit kunnu boða frá, at Magnus fer at leika restina av kappingarárinum við 07 Vestur.
Tað eru sikkurt fleiri sum undra seg yvir hvussu hettar ber til. Hartil er bert at siga at talan er um eina misskiljing partana millum og besta loysnin beint nú er, at Magnus spælir restina av kappingarárinum við 07 Vestur.

Vit fegnast um at hava fingið Magnus aftur, tað sum eftir er av kappingarárinum, og ivast onga løtu í at tit fjepparar fara at taka væl ímóti honum komandi sunnudag.

Skrivar 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder