2024-02-01 09:00
07 Vestur: Men vit kunnu so vátta, at Mads Christiansen eisini kemur við flogfarinum hósdagin at vera partur av hópinum hjá Steffen og Tór-Ingari.
Mads er 20 ára gamal, og hevur spælt á miðjuni og í miðverjuni. Hann hevur mestu royndirnar úr U19 fótbólti. Mads verður av Vendsyssel lýstur sum ein spælari sum dugir væl at lesa spælið og hevur eitt høgt støði við bóltinum.
Vit bjóða Madsi og Benni vælkomnum, og vóna at teir fara at trívast hjá okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald