Ítróttur

Lutakast í 3-2 í kvøld

Í kvøld verður greitt, hvussu spælt verður í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, og í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar ávikavist 15. og 18. juni - Mynd: Bjarni Enghamar

Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar ávikavist 15. og 18. juni - Mynd: Bjarni Enghamar

2022-04-26 18:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Sunnudagin 15. mai verður 1. umfar í steypakappingini hjá kvinnum, og tríggjar vikur seinni eru fjórðingsfinalurnar á skránni. Men hvør møtir hvørjum, verður avgreitt við lutakasti, sum verður í 3-2 í kvøld.

Eisini verður kastað lut um, hvussu liðini skulu møast í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum, sum verða spældar mikudagin 18. mai. Liðini, sum spældu seg víðari úr 1. umfar, eru TB, HB, B36, AB, ÍF, KÍ, 07 Vestur og Víkingur.

Kvinnurnar spæla finalu leygardagin 1. oktober, meðan finalan hjá monnum verður leygardagin 29. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder