Ítróttur

Luitjen tapti finaluna

16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.

2022-10-02 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.

Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum. Hann var styrkismettur sum nummar seks. Fyri seinasta umfar í gjár stóð á jøvnum millum Luitjen og favorittin, 19 ára gamla Henderson de la Fuente Lance, úr Andorra.  Men finaludystin teirra millum vann spanski stórmeistarin, sum umboðar Andorra.

Tað bar í sær, at annar stórmeistarin í kappingini, 62 ára gamli veteranurin, Igor Efimov, sum upprunaliga er ættaður úr Georgia í Sovjetsamveldinum, og sum hevur verið italskur meistari tvær ferðir, og nú fleirfaldur meistari í Monako, smeyg sær framum okkara mann og endaði nummar tvey. Luitjen vann annars talvið teirra millum.

Fyri góða úrslitið í Liktinstein forvinnur Luitjen 102 ratingstig. Hann fer tí upp á 2215, og av 16. plássi fram á 7. pláss á føroyska styrkilistanum.

Hetta var fjórða einstaklingakappingin millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, vann fyrstu tvær kappingarnar. Hin triðja var telvað í koronutíð umvegis netið. Tá sat hvør maður í sínum heimlandi. Tá stóð á jøvnum millum Helga Dam Ziska og svenska stórmeistaran Michael Wiedenkeller, sum umboðar Luksemburg, har hann hevur búð og arbeitt í fleiri ár. Eftir fínteljing varð Wiedenkeller vinnari. 

Kappingarnar fyri landslið úr teimum tíggju smátjóðununum í Evropa hava Føroyar vunnið flestar. 

EM-einstaklingakapping fyri smátjóðir 2022

Rk.
NameRtgFED12345678910Pts. TB1  TB2 
1GMHenderson de la Fuente Lance2504AND*½1½1111118030,25
2GMEfimov Igor2360MNC½*011111117,5026,50
3
Apol Luitjen Akselsson2113FAI01*01111117024,00
4IMBerend Fred2300LUX½01*01111½6021,50
5
Mizzi Jack1863MLT0001*1½1115,5015,50
6FMMichaelides Konstantinos2304CYP00000*1111407,00
7CMKirby Peter J.2011GCI0000½0*1½1306,00
8
Frick Renato1875LIE0000000*1½1,512,00
9
Carpenter Paul A.1986JCI000000½0*11,502,50
10FMVolpinari Danilo1929SMR000½000½0*103,75

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder