Í gjár kundu vit lesa á portal.fo, at kroatiskir hooligans skapa ótta í býarlívinum.
Tá ið vakthavandi á løgreglustøðini tosaði við miðlarnar í morgun, kundi hann staðfesta at klokkan 14:30 í gjár, bleiv ein Kroati handtikin í miðbýnum í Havn. Hann hevði tveitt eina fløstu á vegin har fólk stóðu tætt við. Eingin fekk skaða, men tað verður nú kanna um hann hevur gjørt nakað annað eisini. Maðurin liggur framvegis á løgreglustøðini. Hann skal eftir ætlan av landinum í morgin.
Tað var eitt øgiligt rok við inngongd A til dystin í gjár. Allir áskoðarar eiga at blíva kannaðir um teir hava nakað inn við til dystin, sum teir ikki eiga at hava. Tað bleiv eisini gjørt á Tórsvølli í gjár, men tað funnu teir omanfyri 300 áskoðarnir hjá Hajduk Split seg ikki í, og byrjaðu at storma inngongdina.
Tað hevði so við sær, at ein løgreglumaður, sum royndi at hjálpa vaktunum bleiv sligin tríggjar ferðir í nakkan. Tað er óvist hvør hevur sligið løgreglumannin. Føroyska løgreglan hevur fingið tveir spottarar úr Kroatia til Føroya. Hesir báðir spottarnir (løgreglumenn) skulu nú eftirhyggja vakmyndatólini, sum vísa hendingina, og vita um teir kenna tann ella teir sum løgdu á løgreglumannin.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tað hevur hjálpt væl, at øll skeinkistøðini í Havn høvdu latið aftur áðrenn áskoðarnir fóru í býin aftur. Tað hevði við sær, at teir kundu ikki drekka meira, og nú hevur náttin verið friðalig.
Vakthavnandi hevur eina áheitan á bátaeigarar
Tað kann vera bátaeigarar eiga at hyggja eftir um kroatarnir hava tikið neyðbluss úr Vágsbotni. Tað er nemliga ikki loyvi at hava við í flúgvarin, og tí kann væntast at teir hava tikið neyðbluss úr bátum í Vágsbotni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald