
Hetta seinasta samdøgrið hevur løgreglan havt fleiri ymiskar uppgávur.
Klokkan 07:20 í gjár var løgreglan boðsend á Landssjúkrahúsið, tí trupuleikar vóru av einum persóni, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Trupuleikar vóru aftur í morgun av sama persóni. Eisini á midnátt var løgreglan boðsend tí ein persónur ikki vildi fara av aftur landssjúkrahúsinum eftir, at viðkomandi hevði verið á skaðastovuni.
Í Hoyvík fekk ein klipp klokkan 10 fyrrapartin í gjár, tí viðkomandi brúkto fartelefon í bilinum. Løgreglan tók tveir bilførarar í Sunda kommunu tí teir koyrdu 113 og 116 km/t.
Um middagsleitið fekk løgreglan tvær ferðir boð úr Suðuroynni, tí seyður gekk úti. Hetta var í Trongisvági og í Lopra.
Seinnapartin koyrdi ein bilur á ein seyð omanfyri Kvívík.
Av Oyrabekka fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur ikki vildi úr einum bussi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald