2026-03-22 09:06
Av løgreglustøðini verður í morgun sagt, at tey hava fingið 21 fráboðanir um vindskaðar í nátt. Tann fyrsta kom klokkan 1.
Talan er ikki um nakran stóran skaða, men um fimm tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at Christian í Grótinum var við at slíta. Boð blivu millum annað send eftir bjargingarbátinum Ziska, sum hjálpti til, at fáa skipið uppá pláss aftur.
Í gjár tóku nógv valevnir plakatir niður. Løgreglan hevur tó fingið tríggjar fráboðanir um valplakatir, sum eru farnar á flog.
Vakthavnandi leggur afturat, at løgreglan hevur tikið tveir bilførarar í Havn í morgun fyri rúsdekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald