Politikkur

Løgmaður: Takk fyri, Leivur!

Takk fyri, at tú fortelur tína søgu. Tað krevur stórt dirvi..

2026-10-15 21:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Og tað er gott, at tú hevur dirvi. Tí sum tú sigur, so er tað fyri at hjálpa øðrum ikki at koma í somu støðu.

Tú ert tann, sum tú sjálvur vildi síggja í sjónvarpinum sum yngri.

Takk til Kringvarpið at geva okkum innlit í ein part av samfelagnum, tey flestu av okkum ikki kenna til.

Men sum Martin Kúrberg segði í útvarpinum í dag, so er tað týdningarmikið at tosa um hetta, tí henda søgan er ikki eitt eindømi.

Sendingin vísir, at rúsevnismisnýtsla er ein rættiliga samansettur trupulleiki. Tað er eingin einføld loysn at basa tí.

Men tað skal ikki forða fyri, at hetta skal halda fram at vera á politisku dagsskránni - bæði hjá mær sum løgmaður, men eg merki eisini ein politiskan vilja millum allar flokkar.

Vit mugu seta inn á fleiri mótum, serliga á fyribyrgjandi økinum.

Í seinastuni eru nøkur átøk raðfest politiskt á fíggjarlógini, men tað er bara ein byrjan.

Og hetta økið er alt ov álvarsligt at gera til eitt samgongu- ella andstøðumál.
Hetta er eitt samfelagsmál.

Og tí eisini nakað, sum politiska skipanin og alt samfelagið má standa saman um og taka í álvara.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder