Politikkur

Løgmaður krevur greitt svar frá Norðurlondum

Í røðu sínari á ársins Norðurlandaráðsfundi legði løgmaður, Beinir Johannesen, dent á, at politiska skipanin í Føroyum stendur saman um fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum..

Mynd: LMS.fo

Mynd: LMS.fo

2026-10-28 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Føroyar krevja eitt greitt svar. Helst í ár, men í seinasta lagi á ársfundinum komandi ár er avgerandi, at vit fáa eitt ja ella eitt nei til at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Tað var í 2024, at tað var einmælt samtykt í Norðurlandaráðnum, at ein arbeiðsbólkur skuldi koma við uppskoti til, hvussu Áland, Føroyar og Grønland fáa fullan limaskap.

Arbeiðið er ikki komið á mál enn, hóast tað var ásett fyrr í ár, at arbeiðið skuldi leggjast fram á ársfundinum í Helsinki hesa vikuna.

Les røðu løgmans her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder