Ítróttur

Lutakastið til U21 HM-endaspælið

Týsdagin 17. januar verður lutakastið til U21 HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.

2023-01-09 12:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF.

32 lið skulu lutast í 8 bólkar á 4 lið og eru Føroyar styrkismettar í potti 2. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovaru millumrunduna, meðan tvey tey niðaru koma í niðaru millumrunduna. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan.

Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria, Frakland
Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, Føroyar, Grikkaland, Ísland, Pólland
Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba, Kroatia
Pottur 4: Australia, Angola, Marokko, Libya, Kosta Rica, Saudia Arabia, USA, IHF Trophy vinnarin
Føroyar vann seg til HM-endaspælið við at enda sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið í Portugal í summar.
HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi í døgunum 20. juni til 2. juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder