Ítróttur

Liverpool-legendan Jan Mølby vitjar í Norðurlandahúsinum

Trý ensk meistaraheiti. Trý FA Cup heiti. Ein yrkisleið lík henni hjá øðrum fótbóltshetjum sum Kenny Dalglish, John Barnes og Ian Rush. Fyrrverandi danski landsliðsleikarin í fótbólti, Jan Mølby, er ein livandi legenda í Liverpool FC, og fríggjadagin, 21. mars kl. 19 í Norðurlandahúsinum fer hann at siga frá sínum bestu søgum frá hesi fótbóltsyrkisleið.

2025-03-13 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Áhoyrararnir kunnu gleða seg til at hoyra søgur um eina merkisverda yrkisleið - m.a. søguna um skaðan, sum Bruce Grobbelaar fekk, áðrenn finaluna í Club World Cup, og um hvussu Mølby misti sjey tenn á Upton Park.

Eisini fáa vit svar uppá ymiskar spurningar, sum fólk hava hugsað um í fleiri ár: Mann hann  framvegis hava ein butlara? Hví fekk hann ongantíð jólakort frá Richard Møller Nielsen?

Bara so eingin er í iva - Manchester United blusur eru ikki vælkomnar.

Atgongumerki kunne keypast á nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder