Aftur í ár er Hoyvíkshøllin karmur um teir báðar dystirnar, ið formliga skjóta hondbóltsveturin í gongd, tá ið bestu liðini hjá kvinnum og monnum síðsta kappingarár møtast í steypadystum. Og sum vant, er talan um samstarv millum Lions Club í Føroyum og Hondboltssamband Føroya.
Spælt verður um Lionsbikarið, hvørja ferð eitt nýtt hondbóltsár byrjar, og í ár eru dystirnir báðir sunnudagin millum meistarar og steypavinnarar. Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF spæla klokkan 15 og mansliðini hjá H71 og VÍF spæla klokkan 17, so fýra ymisk feløg eru umboðað hesaferð.
Alzheimerfelagið fær ágóðan
Umframt at vera ársins fyrstu avgerandi hondbóltsdystir, hava dystirnir um Lionsbikørini eisini til endamáls at fáa til vega pengar til eitt vælgerðarendamál. Fyri at fáa upphæddina størri, verður alt talt saman og handað einum móttakara, tá ið stórsteypadystirnir í fótbólti eru spældir til várs.
Hesaferð er gjørt av, at tað verður Alzheimfelagið, ið skal fáa ágóðan frá fyrstu dystunum í komandi hondbólts- og fótbóltsárinum. Hetta er eitt felag fyri tey, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi, og felagið skopar fyri bæði samrøðubólkum, demenslinju, veitir fylgjarakort og útvegar teknið ‟Ein hjálpandi hond”.
Tilsamans liva eini 900 fólk í Føroyum við demensi, og av teimum eru um 30 fólk undir 67 ára aldur. Øll hesi, ið eru rakt av demensi, hava eisini avvarðandi, og tað talið verður mett at vera yvir 2.000 tilsamans.
Móttakarar av ágóða frá Lions Club:
2014 Sjóndepilin
2015 Føroya Fólkaháskúli
2016 Samarittarnar hjá Reyða Krossi
2017 Heilafelagið
2018 Sjúklingarhotellið Tórshavn
2019 Felagið fyri Lesi- og Skriviveik
2020 “Øll hava rætt til góð barnaár”
2021 Epilepsifelagið
2022 Hoyr
2023 Berin
MYNDATEKSTUR:
Dystirnir um Lionsbikørini í hondbólti saman við stórsteypadystunum í fótbólti geva tilsamans eina munandi upphædd til vælgerðarendamál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald