2022-07-06 22:02
07 Vestur: 25-ára gamli sandavágsmaðurin, miðvallarin og nú aftur eisini liðskiparin, er ein av týðningarmestu leikarunum í ár, sum hann eisini hevur verið í fleiri ár. Við longda sáttmálanum verður hann knýttur at felagnum eisini framyvir.
Eftir at hava verið skaddur í so gott sum alt 2020, spældi hann stóran leiklut í fjør, men tó mest á høgra bakki. Har byrjaði hann eisini í ár, og hevur eisini spælt onkran dyst í miðverjuni, men bleiv so fluttur inn á miðjuna, har hann síðan hevur leikt.
Áðrenn umfatandi knæskaðan í 2020 var Høgni liðskipari, og eftir nøkur umfør í ár, fekk hann aftur álitið, sum klæðir honum so avbera væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald