Ítróttur

Liðavrikið góðkent

Hóast talan gjørdist um greiðan sigur til Norðurírland, var talan um eitt góðkent liðavrik hjá føroysku gentunum.

2022-04-10 12:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Vit møttu einum sterkum norðurírskum liði, og vit mugu bara viðganga, at tær vóru betri. Men eg eri kortini sera væl nøgd við liðavrikið hjá okkara gentum. Tær stríddust væl, og kempaðu allan dystin á tamb, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin spældu føroysku U19-genturnar annan dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Norðurírlandi. Eftir at føroyska liðið tapti fyrsta dystin tepurt fyri Aserbadjan, vóru norðurírsku genturnar ein ov stórur biti, og úrslitið gjørdist 5-0 til Norðurírland.

Eftir tvey umfør hava Norðurírland og Malta 4 stig, Aserbadjan hevur 3 stig, meðan Føroyar hava sítt fyrsta stig til góðar.

Seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin 12. apríl klokkan 14:00. Tá møtast Malta og Føroyar, og Aserbadjan og Norðurírland.

Myndir: www.FSF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder