Ítróttur

Leygardagin verður talvkapping á netinum

Leygardagin 04. februar kl. 17 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

2023-02-04 10:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúka á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Bert brúkarar, har mann sær, hvør stendur aftanfyri brúkarar, sleppa í bólkin.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 17.00. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. leygardagin kl. 16.00. Kappingin er at finna her: Spil skak online gratis med venner og famile – Chess.com

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder