
Tað var seint í gjárskvøldið, at løgreglan sendi eina eftirlýsing út eftir 68 ára gamla meksikanaranum, Pedro Enrique Moreno Hentz.
Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn fyrrapartin 3. sep. 2025. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag.
Seinnapartin í gjár (4. sep. 2025) varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.
Fólk frá Vága bjargingarfelag hava leitað í allan nátt. Løgreglan er nú farin at leita við hundum, og Tjaldrið leitar fram við landi.
Á løgreglustøðini verður eisini kannað nær maðurin er komin til Føroyar. Um hann var saman við nøkrum í Føroyum. Maðurin var ikki saknaður áðrenn ryggsekkurin var funnin í Mykinesfirði í gjár.
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald