Ítróttur

Leif Mohr Kring Føroyar byrjar í dag

Mikudagin 5. juni kl. 14 byrjar stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar, tá súkklarar fara um startin í Saltangará. Frammanfyri sær hava tey 5 dagar av súkklukapping kring Føroyar, har súkklað verður uml 264 km. tilsamans.

2024-06-05 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er Føroya størsta og mest virda súkklukapping, og spenningurin er stórur, hvussu leikur fer. Hvussu er støðið, og eru tað vanligu favorittarnir, ið aftur fara at gera seg galdandi?

Fyrsta dagin verður kappast í einkultstarti, tá súkklað verður frá Effo í Saltangará til Skálabotn at venda, og so aftur til Saltangará. 

Eysturoyggin verður eisini karmur um 2. etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar.

Tá verður kappast í felagsstarti, og teinurin, sum verður súkklaður, er frá Leif Mohr á Kambsdali, til Gøtu, Skálabotn, Oyndarfjørð, Skálabotn, Gøtu, Kambsdal, Fuglafjørð, og aftur til Kambsdal. Hetta er ein avbjóðandi teinur, eftirsum nakrar drúgvar brekkur eru á teininum.

Triðja dagin leggur Sandoyggin asfalt til kappingina. Startur og mál er í Húsavík. Sandoyggin er ein fantastisk “súkkluoyggj”, og hevur Kring Føroyar fleiri ferð áður verið koyrd á oynni.

Hesa ferð gongur leiðin úr Húsavík til Sands. Nú verður koyrt runt um Sandsvatn, áðrenn leiðin gongur móti Skálavíkar har vent verður, og síðani aftur ein umgang rundan um Sandsvatn. So til Húsavíkar, og víðari til Dals har vent verður, og so beinleiðis á mál í Húsavík.

Leygardagin verður Suðuroyggin fyri 28. ferð karmur um kappingina, sum eisini er ein spennandi og vøkur oyggj at kappast í. Byrjað verður á Tvøroyri. Leiðin gongur til Hvalba, runt í bygdini, og so gongur leiðin annars til Fámjin. Síðan verður farið um Hovsegg til Hov, til Porkeri, til Vágs og til Lopra. Her verður vent, og síðan verður súkklað á mál í Vági. Málið er við Effostøðina í Vági.

Sunnudagin er finaluumfar. Byrjað verður hjá Leif Mohr á Hálsi. Síðani gongur leiðin eftir Kaldbaksvegnum og til Hósvíkar, har súkklararnir venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar. Eisini eftir Kaldbaksvegnum.

Málið er við Leif Mohr, og fyriskipararnir fara at gera alt fyri, at finaluumførini verða so trygg sum yvirhøvur gjørligt. Hoyvíksvegur, Smyrilsvegur og Staravegur verða stongdir meðan finaluumførini verða koyrd.

Súkklararnir koma væntandi á mál umleið kl. 11. Pylsuvognur verður á parkeringsøkinum hjá Leif Mohr, har teir spentu áskoðararnir kunnu fáa sær eina pylsu meðan teir bíða. Eisini verður okkurt leskandi at sløkkja sær tostan við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder