Ítróttur

Landsliðið við monnum í flogbólti farið til Íslands

Ferðalagið fór til Ísland í morgun og skal leika fyrsta dystin fríggjakvøldi Íslandi kl. 19.00 føroyska tíð. Fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi.

2024-05-15 18:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyrsti partur av føroysku luttøkuni hjá mannslandsliðnum í Silver League verður í vikuskiftinum í Íslandi. Her skulu føroysku mennirnir fyrst leika ímóti Íslandi. Hesin dystyurin verður fríggjakvøldið kl. 19.00 føroyska tíð.

Hin dysturin á hesi ferðini verður ímóti Ísrael. Hesin dysturin verður leygardagin kl. 15.00 føroyska tíð.

Sunnudagin leika Ísland og Ísrael. Av trygdaráðum, hevur Íslendska flogbóltssambandi - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðara.

Næsta umfarið hjá føroysku monnunum veður í Føroyum 24. - 26. mai í høllini á Hálsi í Havn. Her leika mennirnir aftur ímóti Íslandi fríggjadagin 24. mai og ímóti Eysturríki 26. mai.

Síðsta umfarið verður í Eysturríki, har mennirnir 7. og 8. juni skulu leika ímóti Eysturríki og Ísrael.

Tvey tey fremstu liðini í bólkinum leika síðani finalu hin 15. juni.

Føroyski venjarin, Boban Ilic og hjálparvenjarin Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hendan brutto hópin til øll trí umførini:


Thorvald Danielsen (6), Mjølnir
Vuk Ilic (9), ÍF
Filip Ilic (5), ÍF
Bjarni Joensen (14), Ikast KFUM
Jóhan Arni Elison Want (11), Mjølnir
Hjørtur Joensen (4), SÍ
Ingálvur Eyðunsson Olsen (10), Fleyr
Hákun Nón (1), ÍF
Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
Elias Ellingsgaard Petersen (7), SÍ
Tórður Højsted Gunnarsson (16), Fleyr
Ólavur Johannesen (2), Mjølnir
Símun Hoydal Poulsen (13), Mjølnir
Silas Poulsen (8), SÍ
Áslakur Petersson Holm (15), Hvidovre VK
Hákun Heinason (3), Amager VK

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder