Aftaná eitt søguligt EM-endaspæl í Berlin í Týsklandi í januar, hevur føroyska landsliðið hjá monnum møguleikan í komandi viku at spæla seg til enn eitt søguligt endaspæl. Eru teir best yvir tveir dystir ímóti Norðurmakedonia so verður HM-endaspæl á skránni í januar í 2025.
Landsliðið skuldi samlast nú klokkan 17 til venjing í Hoyvíkshøllini. Tveir lyklaleikarar eru ikki við í kvøld tað eru teir báðir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum. Teir verða til venjing í annaðkvøld.
HM play-off dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai kl. 18.00 í Boris Trajkowski høllini í Skopje.
Hópurin ið er úttikin er hesin:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald