Ítróttur

Kyndilskvinnur eru steypavinnarar

Kyndil vann leygardagin eina sera spennandi Faxe Kondi steypafinalu móti H71. Úrslitið gjørdist 36-34, eftir longda leiktíð. Støðan eftir 60 minuttir var 29-29, eftir 13-12 til H71 í hálvleikinum.

2022-03-21 08:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF: 

Eftir eina nervøsa byrjan spældu bæði liðini til tíðir sera góðan hondbólt og skiftust liðini um at vera á odda. Ongantíð var munurin meira enn tvey mál í dystinum.

Dagsins leikarin var kosin Turið Arge Samuelsen, sum veruliga tók ábyrgd tá á stóð í umdystinum og avgjørdi dystin við trimum teimum seinast málunum hjá Kyndli.

Málskjúttar hjá Kyndli:
Turið Arge Samuelsen 12
Bára Krossteig Hansen 9
Súna Krossteig Hansen 7
Hjørdis Viðstein 4
Anja Eliasen 3
Bjørt Krossteig 1

Málskjúttar hjá H71:
Maria Halsdóttir Weyhe 12
Jana Mittún 8
Marita Mortensen 3
Guðrið á Borg 3
Rannvá Olsen 2
Vár B. Zachariasen 2
Brynhild Pálsdóttir 2
Eva Barba Arge 1
Lív B. Zachariasen 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder