Ítróttur

Kvinnuunglingarnir hjá SÍ eru føroyameistarar

SÍ - føroyameistari í kvinnuunglingum 2023.

Liðið:
4 Rannveig Rós Joensen
6 Sólfríð Højgaard Poulsen
7 Fríða Haraldsen
8 Inga Helena Henriksen
9 Janna Falkvard
11 Sofía Weihe Simonsen
12 Sofía Edvinsdóttir
13 Paula Nattestad Joensen
14 Anja Sólja Niclasen
16 Sólbjørg Johnsdóttir Høgnesen

Venjari Rajko Petrovic

Liðið: 4 Rannveig Rós Joensen 6 Sólfríð Højgaard Poulsen 7 Fríða Haraldsen 8 Inga Helena Henriksen 9 Janna Falkvard 11 Sofía Weihe Simonsen 12 Sofía Edvinsdóttir 13 Paula Nattestad Joensen 14 Anja Sólja Niclasen 16 Sólbjørg Johnsdóttir Høgnesen Venjari Rajko Petrovic

2023-04-24 22:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


SÍ - Fleyr 3-1 (25-27, 25-17, 25-14, 25-16)
Finalan fyri kvinnuunglingar varð leikt í høllini í Kollafirði í kvøld. SÍ og Fleyr høvdu leikt seg í finaluna, og var hetta tí ein endurtøka av steypafinaluni fyrst í mars, sum Fleyr tá vann.
Talan gjørdist ongantíð um ein veruliga spennandi dyst í kvøld. Til tað vóru sørvágskvinnurnar ov sannførandi. Tað tóktist, sum tær vóru stálsettar at geva venjara sínum Rajko Petrovic hendan sigurin, áðrenn hann gevst, sum venjari teirra. Hetta var finala nr. 200 hjá Rajko.
SÍ var á odda í øllum fýra teimum leiktu settunum, men í fyrsta setti megnaði Fleyr tó at toga seg framum, eftir at SÍ hevði haft tríggjar settbóltar, og vinna hetta settið við 25-27. Tey næstu trý settini var SÍ munandi betri, og ongin ivi var nakrantíð um, at tær fóru at vinna hesi settini og harvið føroyameistaraheitið.
Besti leikari hjá SÍ í kvøld var Sofía Weihe Simonsen, og besti leikari hjá Fleyr var Sára Rannváardóttir Vatnhamar.
Hetta var triðsíðsta finalan hjá legendariska venjaranum Rajko Petrovich fyri SÍ. Rajko gevst sum venjari hjá SÍ eftir hetta kappingarárið, og einastu dystirnir hann hevur eftir á hesum sinni eru finalurnar hjá besta kvinnuliðnum hjá SÍ. Her leika tær fyrru finaluna mikukvøldið kl. 19.30 móti Fleyr í Kollafirði, og síðani seinnu finaluna í Havn leygardagin kl. 14.00.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder