Ítróttur

Kunning ísv. upphiting og afterparty

Nógv verður gjørt burturúr fyrra play-off dystinum, sum verður í morgin.

Savnsmynd úr Berlin

Savnsmynd úr Berlin

2024-05-07 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Berlin.fo: Upphiting í OY frá kl. 16.00 - ókeypis atgongd í landsliðsblusu

  • Eyðun & Terji - kl. 16.30

  • RSP - kl. 17.30

  • Andlitsmáling - kl. 16-18

So finn landsliðsblusuna og góða lagið fram - vit síggjast í OY kl. 16

Eigur tú onga landsliðsblusu? So keyp EM-blusuna og stuðla Eydnudeildini. Frá týsdegnum 7. mai kanst tú keypa EM-blusuna frá Berlin fyri einans 100 kr. í OY-sjoppuni á Falkavegi 4. - Allur peningurin fer óskerdur til Eydnudeildina.

OY verður at fáa ísv. dystin OY verður at fáa uttanfyri høllina á Hálsi, har tú kanst keypa kaldar øl og njóta tær í einum telti á parkeringsøkinum beint uttanfyri høllina. - Tó er ikki loyvt at taka øl við inn í høllina.

Afterparty í OY Eftir dystin er afterparty í OY - ókeypis atgongumerki til afterparty fáast til upphitingina í OY og í teltinum uttanfyri høllina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder