Annað

Kunning í samband við Oslo fráferðir 14. - 16. januar

Í døgunum 14., 15. og 16. januar 2026 verða íalt 17 fráferðir úr Vágum til Oslo, umframt regluligu flogferðsluna. Sostatt koma óvanliga nógv fólk at ferðast um flogvøllin hesar dagarnar. Hjá Vága Floghavn, Atlantic Airways og DutyFree eru vit til reiðar at avgreiða tey fleiri enn 3.000 ferðandi til Oslo.

2026-01-14 13:31 Author image
Oslo.fo
placeholder


Fyri at fáa alt at ganga so smidligt sum gjørligt, heita vit á fólk um at taka fylgjandi atlit:

Møtið í góðari tíð

Tá stutt er ímillum fráferðirnar, kann roknast við bíðirøðum. Tí heita vit á fólk um at møta á flogvøllinum í góðari tíð, sum er í minsta lagi 1,5 tíma áðrenn fráferð. Vit heita á øll um at vísa tolsemi.

Innskriving frammanundan

Mælt verður til at innskriva seg á netinum frammanundan, so tað bert er viðførið, ið skal innskrivast á flogvøllinum. Starvsfólk verða til staðar at leiðbeina og hjálpa.

Pass og samleikaprógv

Heitt verður á øll ferðandi, at hava pass ella gildigt samleikaprógv við sær á ferðini.

Ferðslu- og parkeringsviðurskifti

Av tí at roknast kann við nógvari ferðslu inni á økinum hjá Vága Floghavn hesar dagarnar, heita vit á fólk um at vísa varsemi. Eitt eyka parkeringsøki verður tøkt og vaktir verða til staðar, at leiðbeina til økið.

Vit heita á tey, sum koyra familju og vinfólk til flogvøllin hesar dagarnar, um ikki seta bilin frá sær undir hálvtakinum frammanfyri høvuðsdyrnar (Kiss & Fly).

Tollreglur í Noregi

Vit heita á ferðandi, sum keypa í DutyFree at hava við sær til Noregs, um at seta seg væl inn í tollreglurnar – sí galdandi tollreglur HER.

So er bert eftir, at ynskja øllum eina góða ferð og okkara hondbóltslandsliðið GÓÐA EYDNU Í OSLO 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder