2022-11-03 22:10
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 23.02.2022 samtykt at broyta part av matr. nr. 156a frá øki K landbúnaður til øki B sethús.
Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 07. 11. 2022 til 28. 11.2022 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 20.12.2022
Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald