Ítróttur

Komið í høllina og brølið

- Vit vóna, at øll flogbóltsfamiljan í Føroyum kemur til Havnar at stuðla okkum.Hetta sigur hjálparvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Kristian Mikkelsen, í Flogbóltstíðindum á Facebook.

2022-09-01 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Eg vildi hildið, at allir flogbóltsleikarar, eldri sum yngri, skuldu komið í høllina. Feløgini áttu at at gjørt ein stóran innsats fyri at givið limunum møguleikan at koma í høllina. Tí, sum venjari, kann eg bara siga: Tú lærir nógv at síggja flogbólt á hesum støðinum. Og inspirerar okkara ungdóm at venja meira.
- Tí tað er okkara ungu leikarar, sum um nøkur ár eru so hepnir at sleppa at umboða Føroyar í einum endaspæli - í Føroyum!
- Tað hevði eisini verði ein fantastisk uppliving fyri okkara lið ímóti einum liði, sum vit kunnu skapa sensatiónina í móti, at fingið eina fulla høll at stuðla okkum. Tað hevði eisini verið við til at givið okkara unga liði tað sjálvsálit, sum krevst, tá vit skulu spæla í móti teimum bestu landsliðunum í Evropa.
- At følt føroyska áskoðaran lyft okkara leikarar upp, har teir ongantíð hava verið fyrr.
- Flogbóltur er ein ítróttur, har sjálvsálit hevur so stóran týdning. Og tí gera vit venjarar alt fyri at leikarar føla seg væl, og vit royna at byggja sjálvsálitið upp hjá øllum leikarum. Men tá uppgávan er so stór sum hon er beint nú, so krevur tað meira enn venjararnar. Vit hava brúk fyri tykkum øllum at brøla takið av høllini hvørja fer okkara leikarar gera okkurt gott
- Vit síggjast í Høllini á Hálsi sunnudagin kl. 17.00! Og komi endiliga í góðari tí, so tit eisini kunnu stuðla leikarunum í bóltupphitingini, tá okkara leikarar smassja bóltarnar í gólvið. So komið endiliga kl. 16.30!
Síggjast!
Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á ➡️ https://bit.ly/3QKMyOh
Atgongumerkini kosta 86,- kr. í forsølu og 100,- kr. við dyrnar.
* 16 ára gomul og yngri sleppa ókeyps.
Alt skrivið frá hjálparvenjaranum, har hann tekur samanum fyrra part av undankappingini, kann lesast í Flogbóltstíðindum her: https://www.facebook.com/groups/786858444659638/posts/5842392925772806

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder