2024-07-03 23:52
07Vestur:
Í morgin frá klokkan 16, verður tað síðsta orðnað á vøllinum í Sørvági.
Tað hevði verið vælsignað, um onkur nýggj andlit komu at hjálpa til. Ungir og raskir fótbóltsspælarar eru eisini vælkomnir.
Teir somu miðaldrandi og gomlu mennirnir, sum í tímavís hava tikið tað mesta av vøllinum, eru um at verða slitnir og stríðast við andsperru.
So í morgin haldi eg, at hesir bara skulu sleppa at drekka kaffi og peika meðan hini arbeiða - Finnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald