Ítróttur

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur í europeiska eldin

Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin í spanska býnum A Guarda.

2023-01-10 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur í europeiska eldin, tá tær skulu spæla áttandapartsfinlur móti sponsku Atletico Guardés.
Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin í spanska býnum A Guarda, báðar dagarnar kl. 18.00, føroyska tíð.
Talan er um sterka mótstøðu og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í europeisku kappingunum. Liðið hevur tveir portugisiskar landsliðsleikarar og hava nærum allir leikararnir spælt ungdómslandsdystir fyri Spania. Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 9. Liðið var spanskur meistari í 2017.
Býurin A Guarda liggur í landslutinum Galisia, við vesturstrondina í Spania, tætt við markið til Portugal. Føroyska liðið ferðast hósdagin til Keypmannahavnar og víðari til Porto fríggjadagin, har tær so koyra við bussi yvir um markið til Spania.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder