Higartil hava uml 130 spælarar meldað seg til kappingarnar. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríkið, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia og Bulgaria.
Ímillum tey tilmeldaðu eru fleiri landsliðsleikarar úr Danmark, Svøríki og Íslandi. Hjá monnunum eru 4 spælarar úr aktuella top 50 styrkilistanum hjá WDF, og hjá kvinnunum eru 3 av sama styrkilista. Hjá monnunum eru hesir John Scott UK, Edwin Torbjørnson SV, Matthew Edgar UK og Scott Waalters UK. Hjá kvinnunum er talan um Margaret Sutton UK, Maud Jansson SV og Gréta Tekauer HU. Her kann leggjast afturat at Gréta Tekauer úr Ungarn er í stórformi í løtuni. Hon hevur verið í heili fimm finalum síðan septembur. Dartáhugaði kennast kanska eisini við navnið Matthew Edgar. Hann er, afturat at verða ein framúrskarandi dartspælari, eisini kendur frá Edgar TV. Tað er hansara youtubekanal, ið sendur alt møguligt um dart og dartkappingar.
Kappingarnar verða á Glasir leygar- og sunnudagin frá kl 11.00 á morgni til uml kl 21:00 á kvøldið 23. og 24. mars. Semifinalur og finalur byrja kl 19:00 og verða allar spældar í Atrium. Sjónvarpsframleiðsla sæðst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum master callara.
Tað er ókeypis atgongd og okkurt lætt etandi og drekkandi fæst til keyps eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald