Vága kommuna søkir ein lærling, sum við fullum huga og arbeiðssemi hevur áhuga fyri grøna økinum, burðardygd og uttandura arbeiði, og ynskir at verða partur av grøna toyminum saman við eldhugaðum fólki, sum brenna fyri burðardygd og kreativiteti í arbeiðsdegnum.
Vit kunnu bjóða
Vága kommuna kann bjóða tær eitt gott og trygt lærupláss við skipaðum umstøðum. Tú lærir eitt handverk, har tú sleppur at skapa nakað, ið sæst, tá ið dagurin er liðugur og er við til at skapa trivna í nógv ár framyvir.
Í lærutíðini tryggja vit tær eitt gott umhvørvi, har tú kann mennast bæði fakliga og persónliga. Tú fært eisini ein persónligan vegleiðara á læruplássinum, sum tú altíð kanst venda tær til.
Sum lærlingur, fært tú fýra spennandi og stuttlig ár í einum skapandi og nýhugsandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, har tú fært nógvar spennandi og fjølbroyttar uppgávur og avbjóðingar. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur. Lærutíðin er 4 ár, av teimum eru 58 vikur á skúlabonki í Danmark, har tú fær verkliga læru, vitan og førleikar um starvið sum anlegsgartnari.
Sum lærlingur hjá Vága kommunu verður tú við at fremja visjónina hjá kommununi um at skapa býarumhvørvið, trivnað og burðardygga menning. Harafturat er vakstarhúsið ein partur av kørmunum hjá grøna toyminum, har menning av tí grøna økinum, á ein burðardyggan hátt fer fram, við at dyrka og framleiða plantur og trø, til egna nýtslu hjá kommununi.
Les meira um læruplássið og hvørjir møguleikar eru við at klikkja her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald