Ítróttur

KÍF loypti hvøkk á steypavinnaran Fleyr

Steypakappingin, kvinnur, bólkur 1:Fleyr – KÍF 3-2 (20-25,    23-25, 25-21, 25-9, 15-13)

2023-01-08 19:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Kollfirðingar iðra seg um, at trý stig ikki vóru fingin til høldar ímóti verandi steypavinnaranum, Fleyr, eftir at hava vunnið tvey tey fyrstu settini og verið á odda 20-18 í triðja setti. Fleyr javnaði tó til 20-20 – og sjálvur Messi hevði verið errin av tí eina bóltinum, sum Fleyr fekk bjargað stiginum við, tá fóturin varð tikið í brúk í neyðstøðuni. Fleyr vann síðani 25-21.

Í fjórða setti tóktist sum um, at luftin var farin úr KÍF-ballónini, og Fleyr vann lættliga 25-9.

KÍF kom tó fyri seg aftur í javnbrótaranum og legði seg á odda 7-4, men eftir fýra servur frá Iuliiu Kuvshinova var Fleyr aftur á odda 9-7. KÍF javnaði tó til bæði 10-10 og 11-11, men so vann Fleyr næstu fýra bóltarnar, og tann seinasta smassjaði Iuliia í gólvið til 15-11.

Eina stigið, sum KÍF fær burtur úr 3-2 tapinum, er kortini ikki virðisleyst, tí vinnur KÍF trý stig ímóti TB næsta sunnudag, so er hálvfinaluplássið tryggjað. Øll onnur úrslit merkja, at avgerðin um hvør kemur í hálvfinaluna, fellur í dystinum millum Fleyr og TB 21. januar.


Mjølnir kom afturíaftur
Steypakappingin, kvinnur, bólkur 2:
Dráttur – Mjølnir 0-3 (22-25, 25-27, 22-25)

Mikukvølduið fóru Mjølnir-kvinnurnar vónbrotnar av vølli, tá tær høvdu tapt 3-2 fyri Ternuni, eftir at hava verið á odda 2-0 og havt dystarbólt í triðja setti. Í dag vóru bert smíl at síggja – ikki minst eftir annað sett, har Mjølnir hevði verið aftanfyri 20-13, men kortini megnaði at koma afturíaftur og vinna settið 27-25!

Í triðja setti var Mjølnir greitt á odda 23-18, men Dráttur mundi fingið um endan aftur, og stríddi seg upp á 22-23. Men so táttaði Mjølnir í aftur, og síðsta bóltin fekk Dráttur ikki yvir um blokkin við Annu Arnholdsdóttir á odda, og so vann Dráttur 25-22 og dystin 3-0.

Harvið er Mjølnir brádliga væl við aftur í kappingini um at sleppa í hálvfinaluna. Dysturin ímillum Drátt og Ternuna næsta leygardag kann væl vísa seg at fara at gerast avgerandi fyri, hvørt tað verður Ternan ella Dráttur, sum vinnur seg í hálvfinaluna. Hóast SÍ ongan dyst hevur spælt enn, so fer tað at koma óvart á, um SÍ ikki verður annað av liðunum í bólki 2, sum vinnur sær sæti í hálvfinaluni.


Fimmsettarin koppaði til SÍ
Steypakappingin, menn:
ÍF – SÍ 2-3 (25-15, 23-25, 25-19, 22-25, 14-16)

Eftir at ÍF hevði vundið burturúr SÍ í fyrsta setti, sum endaði 25-15, var einki sum bendi á, at hetta skuldi gerast til enn ein 5-settara.  

Men SÍ javnaði til 1-1 í settum, áðrenn ÍF aftur vann triðja sett við greiðum muni. Sørvingarnir javnaðu tó aftur til 2-2, og so skuldi tað avgerast í javnbrótaranum.

Her kom tað illa við hjá ÍF, at Filip Ilic, sum hevði verið eyðsýndur løtuna áðrenn, mest sum beinan veg meiðslaði seg í lendingini, eftir ein tvídyst frammi við netið. ÍF legði seg tó á odda 5-2 og 8-5. SÍ javnaði til 10-10, men ÍF vann sær tríggjar dystarbóltar við støðuna 14-11. Men allir vórðu misnýttir, og við m.a. pannukøku fekk SÍ alt uppaftur hesa løtuna og vann sær sjálvum dystarbólt við støðna 15-14. Heldur ikki hesa ferð fekk ÍF smassjini í gólvið, og so vann SÍ net-duellina og javnbrótaran 16-14.  


Leygardagin vunnu menninir hjá Fleyr tryggan 3-0 sigur á Ternuni við settúrslitunum 25-15, 25-15, 25-13.

Mynd: Mjølnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder