Ítróttur

KÍF hevur spælt seg í finaluna

KÍF vann í kvøld 21-20 á VÍF

Mynd: Andrei Vladut Antal / VÍF

Mynd: Andrei Vladut Antal / VÍF

2024-04-18 22:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undan dystinum í Vestmanna í kvøld var greitt, at vinnarin av dystinum kemur at møta H71 í finaluni í Burn kappingini hjá monnum.

Fyrsta hálvfinalan millum VÍF og KÍF var í Kollafirði tann 11. apríl. Tá vann KÍF 33-24. 14. apríl spældu liðini í Vestmanna, og vann VÍF dystin 30-17. 

Dysturin í kvøld líktist ikki hinum báðum dystunum, og var sera tættur og fá mál komu. 

KÍF vann dystin 21-20 eftir hálvleiksstøðuna 11-9 til KÍF.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder