Ítróttur

Kí vann á Molde 2-1

Fyri metstórari áskoðarafjøld á Tórsvølli vísti KÍ at teir eisini kundu vinna á norsku meistarunum, sera flott avrik í kvøld.

2023-08-08 21:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KÍ byrjaði betur og vístu teir fyrstu 10 minuttirnar, at teir ætlaðu at geva Molde alla tað mótstøðu teir kundu, men spakuliga spældi Molde seg inn í dystin, restina av fyrra hálvleiki leikti javnt á, men fyrri hálvleikur endaði málleysur.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so kom Molde framum (1-0), tað førdi til at okkara menn kempaðu uppaftur meira, teir javnaðu við eini perlu av einum máli, har Árni Fredriksberg setti bóltin hegnisliga í málið, hann lumpaði bæði málmann og alla verjuna (1-1)

Men KÍ-arnir góðust ikki so, teir vildu meira, Árni varð spældur leysur og trygt setti hann aftur bóltin í málið 2-1 til KÍ, sum eisini gjørdist úrslitið av fyrra dystinum móti norsku meistarunum.

Myndamaður okkara hevur verið á Tórsvølli - seinni í kvøld kemur stórt myndasavn á JN.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder