Ítróttur

KÍ: Samlaða yvirskotið í 2023 er upp á knappar 12,4 mió. krónur

Søguliga gott ár hjá KÍ

2024-02-07 22:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Søguliga gott ár hjá KÍ

KÍ hevur havt aðalfund í kvøld og hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri árið 2023. Felagið setur met í bæði inntøkum, útreiðslum og yvirskoti

Árið 2023 var søguligt upp á nógvar mátar hjá KÍ. Bæði ítróttarliga og fíggjarliga hevur felagið skrivað søgu.

Samlaða yvirskotið í 2023 er upp á knappar 12,4 mió. krónur. Evropeiska luttøkan og serstakliga bólkaspælið síggjast aftur í inntøkunum, har inntøkurnar frá UEFA vóru knappar 31 mió. krónur, meðan aðrar inntøkur frá atgongumerkjasølu og sjónvarpsrættindum vóru um 2,2 mió. krónur.

Samstundis hevði felagið methøgar útreiðslur, sum serliga stóðust av teimum 14 altjóða dystunum, sum besta liðið spældi frá juli til desember í fjør. Lønarútreiðslurnar og ferðaútreiðslurnar komu upp á 11,1 mió. krónur í sambandi við evropeisku dystirnar.

Ársroknskapurin vísir eisini, at felagið hevði útreiðslur upp á tilsamans umleið 2,3 mió. krónur av akademinum og KÍ-kvinnunum. Felagið fekk eina góða millión í inntøku av Betri-kvinnum, harav góðar 700.000 komu frá UEFA.

- Sjálvandi fegnast vit um fíggjarliga úrslitið, men hetta vísir eisini greitt, hvussu dýrt tað er at vera við í fótbólti á so høgum stigi, sigur nevndin í KÍ, nú ársaðalfundurin hevur verið.

Nevndarval var eisini á skránni, og allir nevndarlimirnir halda fram í 2024. 


Formaður: Tummas Lervig

Næstformaður: Rúni Heinesen

Nevndarlimur: Hilmar Danielsen

Nevndarlimur: Kaj Dam 

Nevndarlimur: Sølvá Jansdóttir Joensen

Nevndarlimur: Rói Clementsen

Nevndarlimur: Eyðstein Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder