Ítróttur

KÍ og HJK úr Finnlandi spældu javnleik

.

2024-08-22 21:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kí og finska liðið HJK spældu javnleik í Havn, úrslitið gjørdist 2-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0 til finnar.

Annars leikti KÍ sera væl í fyrra hálvleiki, teir høvdu fleiri málmøguleikar og endaði bólturin á tvørstongini fimm ferðir, men KÍ fekk einki mál í fyrra hálvleiki.

KÍ byrjaði væl í seinna hálvleiki, tá ið bert fáir minuttir vóru leiktir, tá javnaði KÍ til 2-2, teir komu eisini framum 2-1, hóast teir allan seinna hálvleik leiktu 10 mans ímóti 11.

Dómarin legði 4 minuttir afturat vanligu leiktiðini í fyrra hálvleiki og 5 minuttir í seinna hálvleiki, tá ið ca. 2 minuttir vóru leiktir av tíðini, ið dómarin legði afturat í seinna hálvleiki fekk finska liðið javnandi mál, soleiðis at úrslitið gjørdist 2-2.

Føroysku málini skutu Árni Frederiksberg og Hallur Hansson.

Returdystur skal leikast í Finnlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder