Vinna

Katrin Jóhanna kom á Fuglafjørð seinnapartin

Katrin Jóhanna hevur verið á sildaveiðu

2022-11-20 20:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Katrin Jóhanna, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, kom seinnapartin á Fuglafjørð.

Katrin Jóhanna hevur henda túrin fiskað 920 tons av sild, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

Katrin Jóhanna sleppir framat aftaná Christian í Grótinum. Christian í Grótinum sleppir framat í morgin tá ið liðugt er at landa Fagraberg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder