Rás2: Prátað varð serliga um róðrarnar í øðrum umfari av kappingini, og samlaða stigatalið fram til triðja umfar. Trivið varð í góðu luttøkuna, nú heili 71 manningar hava meldað seg til triðja umfar, sum verður í Miðvági leygardagin átjanda mai. Eisini prátaðu vit við Saritu Kristinu Hansen, sum saman við Marius Alberti tók á seg vegna RSF at halda skeið í tí at stýra einum kappóðrarbáti. Vit nurtu har aftrat við komandi kappingina fyri áttarar, sum áttamannafør eita tá tey eru útriggarar, og hvussu hesi hava møguleikan at rógva seg til luttøku í OL. Føroyingurin Sára Maria Johansen rør í danska bátinum. Meira um tað næsta mikudag.
Takk tit, sum lurtaðu, og eisini takk tit, sum sendu viðmerkingar inn á SMS 781214. Næsta mikudag kl. 16 verður kappróðrarsendingin aftur á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald