Ítróttur

Julia Jacobsen lyftir tvey donsk met til danmark meistaraheitið í Herning

Julia Jacobsen kappaðist ígjar til tað danska meistaraheitið. Málið til kappingina var at fáa eina góða uppliving, fáa nøkur góð góðkend lyft, og um alt gekk væl so kanska eitt bronsu heiðursmerkið.

2024-04-22 07:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Stoyt.fo: Julia gjørdi ikki matari enn at vinna trý bronsu heiðursmerkir og seta tvey nýggj donsk junior met.

Í trekk røðini legði Julia út við 65kg. Hendan fyrsta royndin var sum luft fyri Juliu. Í sínu seinna roynd vóru 68kg á stongini, tað fekk Julia eisini upp um høvd. Tá ið lyftarin sum Julia er upp ímóti megnar at lyfta 69kg, verður tað neyðugt hjá Juliu at taka 70kg í sínu triðju roynd fyri at sikkra sær bronsu heiðursmerkið. Julia lyfti 70kg til tað føroyska meistaraheitið í mars mánaða, so tað meinti hennara venjari, Pól Hendrikur Andreasen, at hon aftur fór at klára. So var, Julia gjørdi ikki matari enn at lyfta 70kg í trekk, sum bæði gav henni eitt bronsu heiðursmerkið og eitt danskt junior met í trekk.

Í stoyt røðini var dysturin minst líka harður um ein bronsa aftur skuldi vera í spæl. Julia tekur 82kg í síni fyrstu roynd, eitt lætt lyft fyri Juliu. Tá ið lyftarin sum Julia lyftur ímóti megnar at lyfta 84kg í sínu síðstu roynd verða 85kg neyðug um seinna bronsan skal heim við. Julia lyftur 85kg upp um høvd, men lyfti verður ikki góðkent vegna stem í øðrum alboganum. Tað vil siga at Julia far tveir minuttir áðrenn hon skal royna seg aftur. Í triðju og seinastu roynd far hon 85kg upp um høvd, hesafer við strektum armum. Lyftið verður góðkent og Julia gert bronsu vinnari í stoyt og far av tí sama ein tveykamp á 155kg. Tveykampurin gevir henni eisini triðja bronsu heiðursmerkið, og afturat hesum far hon sítt seinna danska junior met í tveykampinum á 155kg. Hetta metið hevði staði síðan 2019. Tað einasta sum er nú hjá Juliu er at taka junior metið í stoyt. Hetta metið hevur eisini staði síðan 2019, og ljóðar á 86kg. Julia hevur lyft 87kg, 1kg yvir metið, men í einum lægri vektvólki, so tað telur ikki sum met tá ið metið í tí vektbólkinum eitur 97kg.

Alt í alt, eitt heilt fantastisk vikuskifti hjá Juliu.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder