Ítróttur

Jónas Isaksen er U20 EM vinnari á 400m

Frælsur Ítróttur Føroya og Føroyar eiga skjótasta U20 mann á 400m í Europa

2023-08-09 17:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
FÍF: Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur júst vunnið 400m finalaluna á European Athletics U20 Championships 2023, sum verður hildið á Givat Ram Stadion í Jerusalem hesa vikuna. Hann rann teinin uppá 45,86 sek.

Og hann er ikki bara europameistari á 400m, hann hevur eisini tikið donsku ungdómsrekordina og sítt egna føroyska met.

Hetta er helst eitt av stórstu, føroysku ítróttarúrslitunum nakrantíð og vit fáa ikki armarnar niður aftur.

Vit ynskja tær hjartaliga tillukku, góði Jónas.

Og hjartaliga tillukku til venjarar og avvarandi annars, ið hava stuðla undir, at hetta yvirhøvur ber ti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder