2024-12-25 15:17
ága kommuna ynskir øllum sínum starvsfólkum, borgarum í Vága kommunu, samstarvsfeløgum og Føroya fólki eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna árið.
Tað gongur ímóti ljósari tíðum, eitt nýtt ár og ein nýggj býráðsseta. Tey síðstu fýra árini hava verið merkt av góðum samstarvi, og tað er við sorgblídni at vit siga takk og farvæl til teir býráðslimir sum ikki halda fram, men tað er samstundis við spenningi at vit fara undir eina nýggja setu, har nógv nýggj og ung fólk, fara at virka saman við okkum gomlu, um at menna okkara kommunu næstu fýra árini.
Vegna býráðið í Vága kommunu
Bjarni Prior,
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald