Politikkur

Jóanis Albert stillar upp fyri Borgaralistan

Eg eri 28 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Sandavági. Til dagligt arbeiði eg sum bankaráðgevi í Betri Banka í Miðvági, og í frítíðini leggi eg nógva orku í Jn.fo, okkara lokala tíðindaportal.

2024-10-23 22:08 Author image
-
placeholder

Fyri fýra árum síðani varð eg so heppin at verða valdur í býráðið, og gjørdist eg m.a. eisini nevndarlimur í IRF. Tíðarskeiði hevur verið sera læruríkt og gevandi, og havi eg røkt mínar sessir við stórum nærlagni, har eg havi roynt at arbeitt breitt, og virka fyri allar borgarar í kommununi.

Fýra ár í politikki er ikki nógv, og summi mál taka longur tíð at virka, og havi eg enn nógv mál, ið eg vil virka fyri, tí eri eg tilreiðar at halda áfram komandi fýra árini, um tit velja meg aftur tann 12. novembur.

Trý orð sum lýsa meg væl eru, at eg eri málrættaður, samstarvshugaður og ágrýtin.

Eg havi altíð verið áhugaður í politikki, og vil eg framhaldandi geva mítt besta íkast fyri okkara góðu kommunu, sum eg stórtrívist í.

Til síðsta val segði eg, at neiliga vørumerkið okkara kommuna hevði við hægsta skattaprosentið, vildi eg broyta til tað øvugta. Eg vildi veruliga arbeiða fyri, at borgarnir í kommununi skuldu fáa betri fíggjarligt rásarrúm, og tað eydnaðist okkum at lækka skattin. Tá ið vit skrivað 2025, eru vit væntandi ikki tann dýrasta kommunan í landinum longur. Borgarin skal hava betri fíggjarligt rásarúm, og er hetta eitt mál, eg fari at halda áfram at arbeiða við, um eg verið valdur aftur.

Hesi seinastu fýra árini hevur kommunan gjørt útstykkingar í øllum bygdum í kommununi. Tað er av størsta týdningi, at kommunan altíð hevur grundstykkir tøk til borgarar, ið vilja seta búgv her, teir verða við at fíggja framtíð okkara.

Vinnan og havnaøkið liggur mær nær hjartanum. Vit hava gjørt vinnuøkið í grótbrótinum í Sandavági, og skjótt byrjar bygging har, m.a. kann nevnast pantskipanin fyri allar Føroyar, sum vit hava samtykt í nevndini í IRF.

Vit hava bøtt um Miðvágs- Sandavágs Havn, men enn er nógv eftir á skrá, eisini skal báthylurin dagførast.

Seinastu árini hevur J&K Petersen arbeitt í grótbrótinum á Prestlandinum í Miðvági, hetta er eitt øki, ið kann skapa stóran trivna fyri borgaran í kommununi, og er hetta eitt mál, ið eg komi at arbeiða framhaldandi við, um eg verið valdur.

Eg vil geva øllum bestu karmar at trívast og virka undir her í Vága kommunu.

X við Borgaralistan

X við Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder