FSF: Fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið á skránni um vikuskiftið, og nú eitt umfar er eftir at spæla í grundspælinum er greitt, hvørji lið fara at spæla í ovaru hálvu í endaspælinum, og hvørji lið fara at spæla í niðaru hálvu.
Fríggjadagin løgdu KÍ og FC Hoyvík fyri á Djúpumýru í Klaksvík, og endin gjørdist ein sannførandi 9-0 sigur til heimaliðið.
Hinir tríggir dystirnir vórðu spældir sunnudagin. Í Havn endaði málleyst millum HB og NSÍ, meðan Skála vann 2-1 á heimavølli móti TB/FCS/Royn. Triði dysturin var í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur vann 7-0 á B36.
Áðrenn dystin í Sarpugerði var toppskjúttin í Betrideildini hjá kvinnum, Jensa Tórolvsdóttir hjá Víkingi kunngjørd sum besti spælari í juni og juli mánað.
– Eg eri ótrúliga glað fyri hendan heiður, men tað er ikki minst mínum liðfeløgum og venjaratoyminum at takka. Tað hevur gingið væl hjá okkum higartil í ár, men enn er langur vegur eftir, og tað skal arbeiðast hart, um vit skulu røkka málinum, sigur Jensa Tórolvsdóttir við heimasíðuna hjá FSF.
Aðrar, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Heidi Sevdal og Julia Naomi Mortensen úr NSÍ, og liðfelagin hjá Jensu, Lea Lisberg.
Tað eru venjarar hjá liðunum í fremstu deildini hjá kvinnum, sum atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, ið verður stuðlað av Hotel Brandan og Betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald