Ítróttur

Jens Erik hevur valt at royna nýggjar leiðir

Jens Erik Rasmussen gevst sum venjari hjá 07Vestur.

2022-01-30 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur skrivar: Eftir at hava verið venjari hjá U16 og U18, umframt hjálparvenjari hjá 1.deild í nøkur ár, varð Jens Erik settur sum fulltíðar ungdómsvenjari í 2017, og hevur verið í starvinum fram til nú. Hann hevur hesi árini verið venjari hjá alt frá U7 til U15, og so hevur hann staðið á odda fyri mongu morgunvenjingunum og futsalvenjingunum seinastu árini.
Jens Erik hevur hesi árini sum venjari sett sín týðuliga dám á menningina av okkaru yngru leikarum, og væntandi fær felagið gagn av hesum nógv ár framyvir.

Jens Erik hevur valt at royna nýggja leiðir og gevst tí sum venjari í 07 Vestur. 07 Vestur vil hervið takka Jens Erik fyri tíðina sum venjari í 07Vestur og ynskja honum blíð byrð í einum komandi starvi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder