2024-07-03 12:18
HSF:
Japanarar ágrýtnari í dag
Japanarar vildu tað meira í dag og vunnu 31-25 á Føroyum eftir hálvleiksstøðuna 14-10. Í fyrra hálvleiki vóru tað føroysku langskotini, sum ikki fóru inn og í seinna hálvleiki vongskotini, sum vóru stóri trupulleikin.
Føroyar byrjaðu við heilt aðrari byrjunaruppstilling í dag í mun til fyrra dystin, sum var mándagin. Á bakkunum byrjaðu Bjarni í Selvindi, Jónas Djurhuus og Kjartan Johansen, meðan Rói Berg Hansen eisini byrjaði á vinstra vongi. Dystargongdin líktist henni í fyrra dystinum, har liðini fylgdust størsta partin av hálvleikinum, men vóru tað hesuferð japanarar, sum vóru betri seinastu 10 minuttirnar. Okkara fingu aftur í dag pláss á vengrunum og á strikuni, og tað var har okkara fingu flestu málini. Bakkarnir skutu eisini meira útifrá í dag, men høvdu okkara ikki neyvleikan ella hepni, ella hevði japanski málverjin yvirtakið. Hetta var stóri munurin á liðunum í fyrra hálvleiki, har føroyska verjan annars stóð hampuliga væl saman við Paula Jacobsen í málinum. Liðini fóru til hálvleiks við 14-10 til Japan.
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði inni í seinni hálvleiki og merkti hetta álopsspælið beinanvegin, í trimum fyrstu álopunum hevði hann góða málgevandi avlevering. Okkara dekkaðu nú 5-1, men gav hetta eisini kviku japanarunum meira pláss á bakkunum, har japanarar skoraðu hvørja ferð fyrstu løtuna. Stóri trupulleikin í seinna hálvleiki vóru skotini á vengrunum, har okkara annars høvdu verið tryggir í fyrra dystinum og fyrra hálvleiki. Føroyar komu til góðar málmøguleikar so at siga hvørja ferð, men japanski málverjin, Nakamura, var dagsins maður og pilkaði okkara ferð eftir ferð bæði vinstru og høgru síðu. Hetta var stóri munurin á liðunum í seinna hálvleiki og vunnu japanarar 31-25.
Hóast tapið í dag, so hevur verið talan um frálíka ferð til Japan og tveir góðir venjingardystir fyri Føroyar, har breiddin á liðnum hevur fingið seg roynda. Næsta uppgávan hjá okkara monnum er EM-undankappingin, sum byrjar í heyst, har Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo.
Dystargongdin Japan – Føroyar:
5 min. 3-2
10 min. 5-3
15. min. 6-6
20 min. 10-9
25 min. 12-10
30 min. 14-10
35 min. 19-13
40 min. 22-15
45 min. 23-18
50 min. 26-20
55 min. 28-23
60 min. 31-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Allan Norðberg 7 (1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (2)
Teis Horn Rasmussen 4
Leivur Mortensen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Pauli Mittún 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 5 bjargingar (35 min.)
Nicholas Satchwell 4 bjargingar (25 min.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald