Mentan

Jana Egholm sett í starv sum leiðari í Sóljugarði

Vága kommuna hevur sett Janu Egholm í starv sum leiðari fyri dagstovnin Sóljugarð í Sandavági.

2023-11-03 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vága Kommuna:

Jana er 48 ára gomul, hon er útbúgvin námsfrøðingur, umframt at hon hevur tikið ymisk viðkomandi skeið innan námsfrøði og leiðslu. Jana hevur drúgvar royndir bæði innan dagstovnaøkið og privatu vinnuni, sum námsfrøðingur og sum leiðari. Jana hevur m.a. verið leiðari á dagstovni í Tórshavnar kommunu í 7 ár, leiðari hjá barnaverndartænastuni í Sandoyar sýslu og leiðari á cafeteria á flogvøllinum. Hon kennir sostatt leiðsluleiklutin væl, eins og hon eisini kennir barnagarðsøkið væl.

Sum leiðari í Sóljugarði kemur Jana at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu, og teimum verkætlanum sum eru ígongd á stovnsøkinum fyri kommununa, harí eisini at arbeiða saman við leiðsluni í Miðgarði, dygdartoyminum og námsfrøðiliga ráðgevanum hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barnagarðsøki í Vága kommunu í samsvar við Visjón2032 fyri kommununa. Harumframt kemur Jana at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Í Sóljugarði eru tríggjar vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein stova til tey seks ára gomlu, og har starvast 25 námsfrøðingar og hjálparfólk. Jana byrjar í starvinum 15. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder