Ítróttur

Jákup Petur vann tryggan sigur

2. Páskadag skipaði Tórshavnar Súkklufelag aftur fyri súkklukapping. Hesa ferð í Einkultstarti. Teinurin gekk frá Auto Service, eftir Oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli. Ein teinur á góðar 17 kilometrar.

2022-04-20 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jákup Petur Eliasen vann kappingina leygardagin og aftur 2. Páskadag. Ein kundi kanska hugsað tankan, at ein ergrar seg, tá Jákup Petur bara er 6 sekund frá metinum á hesum teini. Heldur er tað at gleðast um, tá hugsað verður um, at Jákup Petur í hesum døgum striðist við ein skaða í tjúkkanum, at kappingin í gjár var partur av einari harðari venjingarlegu, og so tað, at bakbremsan tók í gjøgnum alla kappingina. Óansæð hvat, so verður spennandi at fylgja við næstu ferð hesin teinur verður koyrdur.

- Vegna skaðan eg nú stríðist við, so mátti eg koyra taktiskt. Eg mátti spara meg niðan eftir, og so koyra alt eg átti millum Kleynisvarða og harða teinin niðan á Sornfelli. Taktikkurin eydnaðist, segði ein fegin Jákup Petur eftir kappingina.

Hilmar Hansen var somuleiðis væl koyrandi, og hann kom á mál góðar tveir minuttir eftir Jákup Petur. Nummar trý hjá monnum gjørdist Casper Rosen. 

Súsanna Skylv gjørdist vinnari hjá kvinnum, og eins og Jákup Petur, so var hon sera væl koyrandi. Hon koyrdi teir 17 kilometrarnar uppá 48 minuttir reint, og brúkti tá bert tvey sekund meira um teinin enn nummar tvey hjá monnum. Sera gott koyrt, og verður hugt eftir strekkjunum hvør sær, so koyrdi hon næst skjótastu tíð frá landsvegnum og teir hálvan fjórða kilometurin niðan á Sornfelli. Hetta er bert 20 sekund seinni enn vinnarin.'

Úrslit, Auto Service - Sornfelli, 17 km, menn:

1. Jákup Petur Eliasen, 45 minuttir 52 sekund

2. Hilmar Hansen, 47:58

3. Casper Rosen, 53:42

4. Dánial Hoydal, 54:08

5. Bogi Gregersen, 55:58

6. Jóan Petur Joensen, 56:26

7. Thorleif Thorleifsson, 1:01:16

8. Jóhan D. Jacobsen, 1:02:37 

9. Erik Neshamar, 1:06:19

10. Eyðun Jacobsen, 1:07:23

11. Alfred Johannesen, 1:07:32


Úrslit, Auto Service - Sornfelli, 17 km, kvinnur:

1. Súsanna Skylv, 48 minuttir

2. Adél Gyepes, 1 tími 11 minuttir 34 sekund

3. Anita Johannesen, 1:11:51

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder